Enn eitt ár er um at verða lokið og í mínum føri, eitt ár, sum ein av 13 býráðslimum í Tórshavnar Býráð.
Býráðspolitikkur er fyrst og fremst vælferðarpolitikkur, har vælferð í breiðastu merking verður umsitin. Ymisku kommunalu nevndirnar eru demokratisku verkstøðini, har politikarin sleppur at seta síni fingramerki á mál, sum umsitingin við nærlagni hevur fyrireikað okkum til støðutakan, fyri síðan at leggja fyri býráðið.
Her er bæði stórt og smátt. Risaíløgur sum eitt nú innkomuvegurin úr Eysturoyartunlinum til Havnina, stórhøllin við Tjarnir, fyrireiking til nýtt røktarheim á Stórubrekku, umfatandi útstykkingar á Argjahamri, viðlíkahald og ábøtur av sanitera undirstøðukervinum undir býnum, parkeringsviðurskifti og ætlanir um at betra hesi og líka til smærri avgreiðslumál sum, at lata eitt grundstykki inn aftur til kommuna.
Har ímillum eru mong, mong onnur mál, sum til dagligt hava alstóran týdning fyri einstaka borgarin, men sum ein sjáldan gevur sær far um, annað enn tá okkurt er á vási og ting eru í skiftistíð.
Fólk í øllum aldri eru fevnd av kommunalpolitiskum avgerðum í gerandisdegnum. Tey smáu í dagstovnaøkinum, tey størru børnini í fólkaskúlanum, fólk í bestu árum, sum seta búgv í nýbygda heininum, hava øll samband við býráðið, áðrenn spakin nakrantíð verður settur í.
Tá ið aldurdómurin av álvara byrjar at gera um seg og ein ikki sjálvur megnar meira, er eldraøkið har, við ymiskum kommunalum tænastum. Eisini njóta vit øll gott av, hvussu Tórshavnar kommuna verður hildin við líka og her hugsi eg serliga um tey, sum í øllum veðrið so trúliga fyrireika uttandura tiltøk, pynta og taka upp eftir okkum borgarum, bæði til dagliga og ikki minni eftir merkisdagar, sum eru gjøgnum ári.
Hóast býráðslimir, samgonga og andstøða, kunnu verða rúkandi ósamd um ymisk viðurskiftir og raðfestingar, sum fyri tann einstaka býráðspolitikarin eru hjartamál, meti eg, at í tí stóra og heila er stevið rímiliga gott.
Tað kemur meira enn so fyri, at mál verða einmælt samtykt. Tónin er fyri tað mesta virðiligur og eg haldi, at tá ið kommunalpolitiska árið er liðugt, eru nógvar og týdningarmiklar avgerðir tiknar, har intentiónin aftan fyri hví ein atkvøddi, sum ein gjørdi, í andanum “for the Common Good”. ´
Vit, sum býráðslimir í einum av heimsins minstu stórbýum, megna bæði fyrsta og seinasta boð í einari demokratiskari skipan: “Vit eru samd um at vera ósamd” – samskiftis lívæðrin í einum fólkaræði, eisini í einum nærdemokratiskum kommunalum fólkaræði.
Ynskið tykkum øllum eini gleðilig jól og alt gott í 2024.
Súsanna Olsen, Framsókn.