Mynd: Sosialurin
Í dag verður ein kendur havnamaður 80 ár og veðrið er slett ikki so galið. At lýsa, hvat Poul hevur avrikað gjøgnum árini, gerst ikki eftir einum degi. Bara vinnuligi parturin av ævisøgu hansara, kom fyri stuttum út í bók í sambandi við, at PM Heilsøla fylti 50 ár.
Poul hevur ongantíð himprast við avbjóðingar og tað er ikki ov nógv sagt, at hann trívist best í mótbrekku. Tað gav at bíta í 2011, tá hann sum stigtakari, gekk á odda fyri at stovna Framsókn. Fleiri, ið søgdu seg hava skil fyri slíkum, førdu fram, at tað kundi mann ikki og at tað fór ikki at bera til. Tað visti Poul bara ikki av og við løgtingsvalið í 2011, fekk Framsókn 2 tingfólk.
Poul var formaður í flokkinum frá byrjan og fram til 2020, tá hann av heilsuávum, tók seg heilt úr politikki.
Í politikki er tað mangan baldrut og við hvørt, tá tað var harður streymur, kundu fleiri av okkum undrast, at hann tímdi at halda á. Tá plagdi hann at taka til: “Tað skal merkjast, at mann livir”.
Orðini tóku vit til okkum og vit fara at gera okkara besta at føra liberala tjóðskaparflokkin Framsókn fram á leið.
Hjartaliga til lukku við degnum Poul
Poul ClementsenListin við valevnum í Tórshavnar kommunu
Framsókn tekur suðuroyarleiðina upp til viðgerðar á landsfundinum
Skulu onnur taka okkum í álvara, mugu vit taka okkum sjálvi í álvara
Jólaheilan úr Tórshavnar Býráð
Fíggjarlógin fyri 2024 samtykt
Nú kunnu rúsdrekkaframleiðarar umsíðir selja sína egnu framleiðslu til virkisvitjandi.
Ársfundur var hildin leygardagin 22. apríl
Árni M. Dam tikið sæti á tingi
Súsanna Olsen tikið sæti í Tórshavnar býráð fyri Ruth Vang
Nýggj samgonga skipað við tveimum landsstýrisfólkum og trimum tinglimum fyri Framsókn