Tingfólk og landsstýrisfólk saman við Poul Michelsen
Eftir góða úrslitið á løgtingsvalinum 8. Desember, vár stórur spenningur at fara undir samgongusamráðingar. Løgtingsformaðurin beyð floksforfólkum á fund fyri hvør sær at peika á ein samráðingarleiðara og valið fall á Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum.
Síðan varð farið undir innleiðandi samráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
Hetta bar ikki á mál og tað var ósemjan um ríkisveitingina millum Sambandsflokkin og Framsókn, ið gjørdi, at samráðingarnar. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur eisini undir valstrínum gjørt púra greitt, at tað er alneyðugt, at Føroyar við tíðini fáa ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av donsku ríkisveitingini.
Dagin eftir, tann 14. Desember, var farið undir nýggjar samsáðingar. Hesuferð millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Á miðnátt 21. Desember var komið á mál og eitt samgonguskjal lá loksins á borðinum. Síðan fóru flokkarnir hvør til sítt at velja landsstýrisfólk til teir tillutaðu seissirnar.
Hósmorgunin kl. 10:00 varð boðið til tíðindafund har samgonguskjalið varð lagt fram og kunnað varð um hvørji, ið skulu mynda komandi landsstýri.
Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi er nýggj løgtingsforkvinna.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkurin, er valdur til løgmann.
Løgmaður hevur tilnevnt Ingilín Didriksen Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Margit Stórá landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin.
Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm vera landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi.
Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen vera landsstýrisfólk fyri Framsókn.
Av tí at øll landsstýrisfólkini hava sæti í løgtinginum, koma varafólk í tingið fyri tey. Fyri Framsókn merkir tað, at Hanna Jensen og Karlot Hergeirsson taka sæti á tingi, saman við Sólvit Nolsø.
Tey níggju landsstýrisfólkini fáa hesi málsøki:
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum