HEIMSSTØÐAN
’Nú er bara Tibet eftir, so er friður í heiminum’
Av eini ella aðrari orsøk hevur hendan útsøgnin sett seg fasta í minninum hjá mær. Útsøgnina átti ein starvsfelagið á Ríkissjúkrahúsinum, har eg var ljósmøðranæmingur um ta tíðina, tá Sovietsamveldið sindraðist og Bush eldri forseti lýsti kalda kríggið at vera farið í søguna.
Tað var um somu tíð, at amerikanski stjórnmálafrøðingurin Fukuyama skrivaði verkið ‘End of History’, har hann staðfesti, at mannaættin nú varð endaliga sannførd um at fólkaræði var skilabesti samfelagsleistur at skipa seg eftir.
Vit bíða enn eftir friði í Tibet og útlitini fyri heimsfriði eru fjar.
Søga verður skrivað og umskrivað dag um dag og frá fyrraparti til seinnapart. Og fólkræði verður nýtulkað á ófrættakendan hátt av teimum, sum vit kendu sum varðar á leiðini. Tað leikar í rundan um okkum og tað leikar í tættari, enn vit eru von.
Politiskt hevur neyvan nakað ár í søguni hjá Framsókn verið hendingaríkari enn hetta – ja helst eisini í lívinum hjá okkum flest.
Hetta er samtíðis ein útpurring av Evropa og hevur verið tað í eina tíð – tíbetur sær út til at, at snoozeknøtturin er brúktur fyri seinastu ferð og Evropa ger tað sum gerast skal – og fer at geva Trump og hansara liðið tiltrongt mótspæl.
Amerikonsku boðini til grønlendingar í gjár vóru ísakøld, um enn pakkaði inn í vøkur orð, fullan stuðul til sjálvstýri, sjálvandi treytað undir veingjabreiði Trumps.
Tað er ikki nøkur løtt støða, Grønland stendur í og heldur ikki Danmark. Tað skuldi ikki verið neyðugt at sagt, at vit standa saman við Grønlandi og stuðla 100% og eg fari at nýta høvi at ynskja nýggju stórnini við okkara partamanni Jens-Frederik Nielsen á odda, góðan byr. Eg havi hitt Jens-Frederik stutt tá hann var á vitjan í Føroyum herfyri og eg síggi fram til komandi samstarv, m.a. í sambandivið komandi ríkisfund, sum verður her í Føroyum í juni.
Tað sigur seg sjálvt, at vit kenna okkum ótrygg, nú tann heimsskipan vit hava sett okkara lít á sindrast, eisini um vit í Føroyum ikki eru beinleiðis hótt. Tað ræður tó um, ikki at lata óttan taka ræði. Í veruleikanum vita vit ikki, um tá avtornar, vit eru eitt verri ella frægari stað. Fyribils sær út til, at man finnur saman um felags virði í Evropa og kanska er tað ikki bara ringt, at vit ikki longur treytaleyst dúa uppá amerikansk virði og verju.
RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN
Men hvat ger alt hetta við okkum?
Status quo er ikki ein møguleiki segði Mute B. Egede í gjár. Fyrrverandi landsstýrisformaðurin sum nú hevur fingið ábyrgd av skatta- og fíggjarmálum í nýggju grønlendsku stjørnini.
Eg kundi ikki verið meiri samd við honum. Tað hevur verið galdandi leingi, men tað sum nú hendir í Grønlandi framskundar tørvin á at fáa skipað danska ríkið av nýggjum. Sjálvandi er tað serliga átroðkandi fyri viðurskiftini ímillum Grønland og Danmark, men tað er tað eisini fyri okkara viðkomandi.
Vit hava í Føroyum verið tilvitað um, at ein føroysk sjálvstýrisloysn ikki neyturviliga skal vera tann sama sum fyri Grønland, og tað hevur ongantíð verið meiri innlýsandi enn í dag.
Tað er breið semja millum flokkarnar á tingi, at vit skulu hava eina loysn, har londini eru javnstillað – eina horisontala loysn. At vit hava eina so breiða semju í Føroyum er eitt sera gott útgangstøði, og eg haldi, at serliga vit flokkar á sjálvstýrisvonginum eru tilvitað um, hvussu innanhýsis ósemjur í Føroyum hava forkomið sjálvstýristilgongdum heilar tvær ferðir.
Arbeiðið er farið av bakkastokki. Eina løtu óttaðist man fyri, at Trump ruddaði av borðinum tað momentum sum grønlendingar íbirtu, og vit nutu gott av, men eg haldi tað er øvugt.
Tað kann tykjast sum ein lítil smálutur í øllum hesum meldrinum at fáa avklárað okkara stjórnarskipanarligu støðu í mun til WTO, men tað er í høvuðsheitum avbjóðingin við WTO sum fyri okkara viðkomandi hevur givið høvi til at gera virknað sokallaðu grein 6-nevndina sambært heimastýrislógini. Niðurstøðan hjá nevndini fer, óansæð hvønn veg hon vendir, at broyta status quo.
HALDFØRISARBEIÐI
Í sambandi við samgongusamráðingarnar segði ein búskaparfrøðingur við okkum, at ’Tit vera tað seinastu, sum fara at hava tað stuttligt’.
Skilt soleiðis, at vit eitt valskeið aftrat kundu halda á á somu kós við at brúka pengar rættiliga sorgleyst. Eg haldi at tað skal justerast til at vit eru tey fyrstu, sum ikki hava tað so øgiliga stuttligt.
Tá eg á ársfundinum í fjør stóð her kundi eg vísa til eina samtykta fíggjarlóg fyri árið 24, sum var akkurát røttu megin nullið. Árið frammanundan hevði eg lagt fram eina dagførda fíggjarlóg við avlopi á 141 mió.
Fíggjarlógin, sum vit samtyktu áðrenn jól liggur um 120 mio í halli og mánadagin leggi eg fram játtanarkarmar fyri 2026, har framskrivingarnar geva eitt enn størri hall.
Vit standa nú mitt í tí haldførisavbjóðing, sum vit leingi eru ávarað um, var á veg.
Og tað er onki stuttligt.
Tað góða er, at tað er við at ganga upp fyri okkum, at vit kunnu ikki longur tosa uttanum og – ikki minst – at tað ber og er ikki ov seint at gera nakað við tað.
Hesi árini við avlopi, hevur tað verið torført at fáa undirtøku fyri at taka haldførið í álvara, men nú eru sjálvt andstøðuflokkar farnir at tosa um ítøkiligar rationaliseringsmøguleikar.
Viðv fíggjarlógini fyri árið í ár, so vístu framskrivingarnar, at raksturin vaks við 5,6%, tað er nógv, m.a. tí lønarvøksturin er ógvusligur fyri tíðina. Og tað er í lagi, vit skulu koma uppaftur aftaná ógvusligu inflatiónina. Men tað er ikki bara tað, sum ger, at útreiðslurnar vaksa ógvusliga. Tað eru serliga øktar útreiðslur á almenna- og heilsuøkinum sum sláa ígjøgnum.
Vit megnaðu við átøkum at lækka rakstrarvøksturin frá 5,6% til 4,9%. Og tá avtornaði funnu og spardu vit 75 mio í rakstrinum. Tað eydnaðist í stóran mun við at brúka líggjan, tvs at klípa javnt av teimum stóru játtanunum. Tað ber til til eitt vist, men tað er ivasamt, hvussu ofta tað kann endurtakast. Tað merkir, at tað mugu veruligar nýskipanir til, hóast tað hevur víst seg at vera tungt at fremja.
Yvirskipaðað erfaringin frá fíggjarlógararbeiðinum í ár var, at tað kann vera tungt at fáa tey neyðugu 17 við umborð, tá tað kemur til at gera lógarbroytingar sum so ella so skerja almennar tænastur og veitingar.
PENSJÓNSALDURIN
Sum kunnugt hevur samgongan sett sær fyri at hækka pensjónsaldurin. Tað er eitt stórt tak.
At hækka pensjónsaldurin sparir landinum lutfalsliga nógvar útreiðslur umframt at tað gevur fleiri inntøkur. Tað hjálpir munandi uppá haldførið, Búskaparráðið hevur sagt, at tað loysir helvtina av haldførisavbjóðingini og er soleiðis við til at tryggja, at vit kunnu varðveita vælferðartænasturnar á nøkunlunda tí støði, vit hava í dag.
Vit vera annars alt fleiri í vogninum, samtíðis sum tað vera alt færri at hála vognin.
Tað hevur verið áhugavert at fylgt kjakinum og eg haldi meg síggja, at okkara fatan av vælferðartænastum og veitingum sum tørvsgrundaðar, spakuliga flyta seg til eina rættindafatan.
Eg skal nevna eitt dømi:
Tá eg í sambandi við viðgerðina av mótrokning í pensjón nevndi sum dømi, at tað var ikki neyðugt og heldur ikki rímiligt, at stjorar, landsstýrisfólk og onnur sum halda á í vælløntum størvum eftir pensjónsaldur, fáa skattafíggjaða fólkapensjón omaná, so helt eg at tað var ein nokkso skotsikkur grundgeving. Tað er tað langt ífrá hjá øllum.
Tí vælferðarfatanin flytir seg frá, hvørjum man heldur seg hava tørv á, til hvat man heldur seg hava rætt til. Og tað er áhugavert og vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað er tann vegin, vit ynskja at fara.
At lata eftir førimuni og fáa eftir tørvi er upprunaliga ein sosialistisk meginregla, men tað gevur seg sjálvt, at um øll skulu fáa, so eru tað tey, sum tørva, sum tapa.
Tað liberala sjónarmiðið er at vit øll í útgangstøðinum eiga ábyrgdina av okkum sjálvum. Haraftrat eru vit samd um, at vit í felag bera kostnaðin av grundleggjandi vælferðartænastum, umframt at vit taka ábyrgd av hvør øðrum, tá á stendur. Tað gevur meining. Men avleiðingin av at vit skulu hava meiri og meiri úr felagskassanum er, at meiri og meiri skal rindast í felagskassan.
Og kanska er tað her fóturin veruliga trýstur. Tað høga skattatrýstið. Tí tað sigur seg sjálvt, at jú størri partur av tíni inntøku endar í felagskassanum, jú størri áhuga hevur tú í at fáa úr honum aftur.
Tí eri eg eisini serliga glað um, at vit hava lækkað inntøkuskattin munandi.
Arbeiðir tú sum námsfrøðingur á endastigi, so rindar tú í dag knappar 1100 kr minni í skatti um mánaðin, enn fyri 2 árum síðani. Tað ger mun.
Og ja, nøkur av teimum sum áður hava rindað heilt lágan skatt, m.a. tey sum arbeiða uttanlands, rinda nú meiri, soleiðis at tað byrjar at líkjast tí skatti, vanligi føroyingurin rindar.
FISKIVINNA
Hjá summum er tað blivið standardsvarið uppá einhvønn peningatørv, at tilfeingisgjøld frá ali- og fiskivinnu skulu hækka meiri.
Og tað er nú ikki so undarligt, tí seinastu 10-12 árini hava hækkandi tilfeingisgjøld í stóran mun verið orsøkin til at landskassin hevur havt tað so frægt, sum hann hevur. Frá nul krónum fyri 10-12 árum síðani til vit nú runt roknað nærkast milliardini í tilfeingisgjøldum.
Og ja, vit skulu leypandi eftirmeta gjøldini frá vinnuni, men tað sleppur okkum ikki undan at fáa stýr á rakstrarvøkstrinum. Lata vit raksturin vaksa meiri enn búskapurin veksur ár fyri ár, so endar galið fyrr ella seinni óansæð.
Allarhelst hava vaksandi tilfeingisinntøkurnar eisini verið viðvirkandi til at útreiðslurnar eru sloppnar at vaksa so nógv, tí avlopini á botnlinjuni hava fyrigyklað okkum, at her stóð væl til.
Enn eru vit nøkur, sum hava ilt við at sleppa sannføringini um uppboðsøluna sum frægasta leist til at áseta tilfeingisgjøld. Tað var eitt stórt vónbrot, at uppboðssølan ikki fekst at virka. Í heila tikið hava vit enn til góðar at orða ein nýggjan nøktandi framsóknan fiskivinnupolitikk sum mótsvar til ein alt meiri planbúskaparligan fiskivinnupolitikk, har politisk seráhugamál hava alt ov góðar treytir.
Meiri marknaður og minni reglustýring má vera yvirskipaða meginreglan, har man so kann víkja frá, tá góðar orsøkir eru til tað.
Ambitiónirnar hjá undanfarna landsstýrismanni í fiskivinnumálinum liggja í eini nokkso skerdari útgávu í tinginum – skerd vegna væntandi politiska undirtøku. Sum tit hava hoyrt, so eru ikki allar súður syftar í mun til lógaruppskotið, sum tað sær út nú.
SUÐUROYARTUNNIL
Eitt annað mál sum liggur í tinginum er Suðuroyartunnulin.
Okkum dámar uppskotið betri nú, fyrst og fremst tí tað er avmarkað til fyrireikingar- og útbjóðingararbeiði. Portalar og arbeiðsvegis sum vóru partar av upprunaliga uppskotinum eru ikki við í dagførdu útgávuni.
Linjuføringin hevur givið orsøk til nógv kjak og ósemjur og kanska serliga avleiðingarnar av linjuføringunum báðum við atliti til ferðsluna á Sandi og sambandi til Skúvoyar. Tað er torført hjá okkum leikfólki at taka dagar ímillum, tá tey kønu eru ósamd.
Kostnaðurin av tunnlinum hevur fylt óvaæntað lítið í kjakinum í seinastuni, men ein orsøk er sjálvandi, at vit kenna ikki endaliga kostnaðin, fyrrenn tunnilin er bjóðaður út. Fá munnu tó vænta, at mettu áleið 4 milliardirnar fara at halda. Spurningurin er, hvussu nógv kemur omaná og hvar markið liggur.
Vit høvdu tunnilin sum tema til seinasta ársfund. Tað var gevandi, men eg eri fullgreið yvir, at nógv fólk eru stúrin um hesa verkætlanina. At hon gerst ov dýr og fer at forkoma okkum fíggjarliga. Eg skilji væl tann óttan, og vit eru einasti flokkur, sum ikki hevur givið bindandi lyfti um at tunnilin skal gerast. Men vit hava í samgonguskjalinum bundið okkum til fyrireikandi arbeiði, sum er neyðugt fyri at koma til eina niðurstøðu um, hvørt og nær verkætlanin skal fremjast.
Hetta arbeiði, sum hendan fyrra lógin fevnir um, verður neyvan liðugt í hesum valskeiðnum og tí er ivasamt um endalig støðu verður tikin í hesum valskeiðnum.
Tað hevur stóran týdning at taka sær neyðuga tíð til fyrireikingina. Gransking vísir, at tað at skunda sær í fyrireikandi fasuni hevnir seg gjarna aftur seinni.
Við tíðini fara vit eisini at síggja klárari, um vit fáa bukt við haldførisavbjóðingina fyri framman. Tað skal ongin ivi vera um, at fyri okkum í Framsókn er tað ein grundleggjandi treyt fyri at fara undir eina so stóra verkætlan.
BÚSTAÐARPOLITIKKUR
Tað er breið semja í samgonguni um, at ein tann – um ikki tann mest átroðkandi -avbjóðinginin í dagsins samfelag er bústaðartrotið.
Ein skjótt arbeiðandi bólkur við umboðum frá landi og kommunum hevur gjørt eitt tilmæli, sum nú fær politiska viðgerð.
Vit mugu gera tað sum gerast kann politiskt fyri at gera tað lættari hjá serliga ungum fólki at fáa tak yvir høvdið. Vit tosa bæði um at leiga og at eiga. Fokus er serliga á minni eindir. Tað eru ivaleyst at stórum húsum í Føroyum, hinvegin er tørvur á smærri bústøðum til bæði yngri og eldri, sum so samtíðis kundu frígivið størri húsini til eitt nú barnafamiljur.
Tað snýr seg um at gera tað so lætt sum møguligt at fáa fótin inn um á bústaðarmarknaðin. Hevur tú sett føtur undir egið borð tíðliga í lívinum, so eru sannlíkindini størri fyri at tú sleppur lættari seinni.
Vit hava enn ikki sleppt ætlanini um at niðurlaga rentustuðulin, men tað verður allarhelst gjørt í sambandi við ein bústaðarpakka. Búskaparfrøðingar eru rættiliga samdir um, at soleiðis um bústaðarmarknaðurin sær út í løtuni, serliga við so stórum eftirspurningin í mun til útboði, so ger rentustuðulin meiri ilt enn gott.
MVG
Vit avtalaðu í samgonguskjalinum at eftirhyggja mvg-lógina og tað er eitt stórt ynski hjá okkara samstarvsfeløgum at fáa strikað mvg’ið á nøkrum gerandisvørum. Tað verður mín uppgáva at seta tað í verk og í løtuni verður arbeitt við at finna aðrar inntøkur sum skulu fíggja nýggju mvg-undantøkini, sum vit eisini skulu hava politiska undirtøka fyri. Ikki tykkum at siga, so er lættari at fáa undirtøku fyri at strika gjøld enn at seta í verk nýggj.
AVBJÓÐINGAR INNANHÝSIS
Farna árið hevur ikki verið uttan avbjóðingar fyri flokkin
KOMMUNUVALIÐ
Hanna varð afturvald í Eysturkommunu og Hilbert fekk eitt gott úrslit í Nes kommunu, sum tó ikki rakk til ein sess.
Men vit mistu sessin í Tórshavnar Býráð, sum vit hava havt seinastu 2 valskeiðini.
Tað eru fleiri orsøkir til tað, lutvís eisini orsøkir vit ikki sjálvi stýra.
Vit eru ein flokkur við stórum politiskum upplandi her í miðstaðarøkinum og vit eiga at røkka inn um gáttina í Tórshavnar kommunu. Men vit eru eisini ein lutfalsliga lítil hópur, og tað, at vit ikki stillaðu upp tey kendu andlitini frá landspolitikki, gjørdi heilt víst sítt.
FOSTURTØKUMÀLIÐ
Vit koma ikki uttanum, at tað einstaka málið, sum hevur fylt allarmest seinasta árið – heilt víst innanflokka, men eisini úteftir, – er fosturtøkumálið.
Sum so ofta í truplum støðum, er málið meri samansett og tað eru fleiri løg í málinum, enn tey sum eru sjónlig úteftir, men tað sum stendur eftir, er at meirilutin av okkara egna tingbólki feldi eitt uppskot um eina nýggja fosturtøkulóg;
- Eitt uppskot, sum okkara egni landsstýrismaður legði fyri tingið.
- Eitt uppskot, sum tók fyrilit hendan og handan vegin, men sum staðfesti, at innanfyri 12 vikur av viðgongutíðini eigur kvinnan sum er við barn endaligu avgerðina um eina møguliga fosturtøku.
- Eitt uppskot, sum er í tráð við tað, sum vit sum flokkur til tvey tey seinastu løgtingsvalini hava sagt okkum standa fyri.
Vit hava skuffað nógvar veljarar og tað hevur skatt álitið á flokkin.
Vit mugu staðfesta, at arbeiði innanflokka og tær royndir at finna semju um málið hevur ikki verið nóg væl grundað. Eiheldur eru nóg greiðar avtalur gjørdar við tey valevni, sum frammanundan hava gjørt vart við sítt fyrivarni í júst hesum máli.
Vit kunnu spekulera í og tosa um, hví tað endaði so, hvør segði hvat, nær við hvønn og hvat var meint við hettar og hattar – og tað hava vit gjørt, uttan at tað hevur broytt nakað av týdningi. Ei heldur er eydnast eftirfylgjandi at finna eina semju í tingmanningini, sum gevur orsøk til at leggja málið fram av nýggjum í hesum valskeiðnum.
Nevndin hevur tikið avleiðingina av tí, og tað er nú orðaður ein politikkur, sum nágreinar hvat flokkurin stendur fyri. Soleiðis, at valevni og veljarar hava nakað meiri ítøkiligt at fyrihalda seg til frá komandi løgtingsvali, og at vit tryggja, at tað er samsvar ímillum fatanina hjá valevnum og veljarum.
Tit kenna helst orðingina, men eg skal endurtaka hana:
Ein nýggj fosturtøkulóg skal viðurkenna, at fosturtøkuspurningurin er ein etisk tvístøða millum sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni og rættin til lív hjá fostrinum.
Framsókn vil, at lógin skal virka tálmandi á tann hátt, at kvinnan skal hava í boði neyðuga ráðgeving, sum skal tryggja, at avgerðin um fosturtøku fer fram á upplýstum grundarlag, er umhugsað og sjálvboðin. Vit síggja fyri okkum, at tað fyrst og fremst er kommunulæknin, sum metir um, í hvønn mun ráðgeving er neyðug.
Kvinnan, sum er við barn, eigur endaligu avgerðina til og við 12. viku.
Lóggáva og sosialar skipanir skulu virka soleiðis, at sosialar umstøður v.m. í minst møguligan mun ávirka fosturtøkutalið.
Sum kunnugt hava vit viðgjørt málið á fleiri limafundum, umframt at tað er samskift í innanhýsis bólkum á sosialum miðlum.
Hetta málið skapar óró og vekir sterkar kenslur í øllum framsóknarhópinum, ikki minst hjá okkum sum eru virkin í landspolitikkinum. Eg haldi tó, at eg vegna okkum 5 í ting- og landsstýrismanningini kann siga, at vit eru samd um, at hetta í minst møguligan mun skal órógva okkum í arbeiðinum við øðrum málum sum hava stóran týdning.
SAMGONGAN
Miðlar, ikki bara hjá okkum men eisini úti í heimi gera nógv burturúr politiskum prosessum. Sum politikari hevur man tíðum hug at halda, at miðlar hava størri áhuga í politiskum prosessum enn í politiskum málum – kanska eiga vit politikara okkara lut í tí, eg veit ikki.
Men jú konfliktir er nú einaferð náttúran í politikki og soleiðis skal tað vera – vit stríðast um vald, postar, talutíð, men eisini um mál og raðfestingar – Name of the Game
Og tekur man tað við – so haldi eg, at arbeiðslagið í samgonguni er heilt á leið.
Eg haldi eisini eg kann siga, at vit trý Aksel, Sirið og eg hava funnið stevið rættiliga skjótt eftir formansskiftið í Tjóðveldi og tit eiga at kenna meg so frætt, at vita, at eg hevði ikki sagt tað, um eg ikki meinti tað. Sum hjá Føroya fólki sum heild, so skulu vit í Framsókn venja okkum við, at Høgni Hoydal ikki er formaður í Tjóðveldi longur. Høgni er óiva tann persónur, sum í allarstørst mun hevur myndað føroyskan politikk í nýggjari tíð og hevur haraftrat verið tættur samstarvsfelagi hjá Framsókn frá byrjan av. Eg eri sera takksom fyri samstarvið við Høgna, og vit síggja fram til komandi samstarv í hansara nýggja leikluti.
Fyri mær at síggja so er tann størsta afturvendandi avbjóðingin hjá samgonguni tað avmarkaða fíggjarliga rásarúmið.
Eisini eg hevði væntað, at tað fór at vera meiri rúm fyri teimum vallyftum hjá flokkunum, sum sluppu við í samgonguskjalið. Serliga tí, vit hava hækkað tilfeingisgjøldini við runt roknað 200 mio.
Men vit hava sum kunnugt fyrr enn væntað rent okkum í haldførisavbjóðingina, sum hevur við sær nógv vaksandi útreiðslur og vit síggja ikki longur, at inntøkurnar spola uppeftir, sum vit annars hava sæð seinastu tvey valskeiðini.
Vit hava sett okkum fyri, at vit fíggja tey politisku átøkini vit fremja. Tað merkir, at finna vit uppá nýggjar tænastur, so mugu vit eisini finna nýggjar inntøkur ella skerja í øðrum tænastum. Og tað merkir so eisini at hvørja ferð vit gleða onkran, so fornermað vit tonkran annan.
Og tey fornermaðu larma øgiliga nógv meiri enn tey glaðu. Og politiska undurtøkan verður hareftir.
Vit skulu sjálvandi gera okkum størri ómak fyri at vísa á týdningin í tí vit gera, ikki minst skulu vit duga betri at miðla okkara politikk og endamálið við honum. Onkur limur hevur gjørt vart við at serliga Framsókn er lítið sjónligt í sosialum miðlum. Tað er púra rætt og tað fara vit at gera nakað við.
VIT SUM TOYMI
Sum forkvinna upplivi eg at vit eru eitt gott toymi.
Sólvit røkir uppgávuna sum tingbólkaformaður fyrimyndalig gott og væl skipað, bæði innanhýsis í flokkinum og í samstarvi við samgonguflokkarnar. Havi hug at leggja aftrat at røðan herfyri m.a. um samstarvið í samgonguni var sera tiltrongd og luftin varð reinsað.
Hanna hevur ein lyklaleiklut í fíggjarnevndini, og eigur sín stóra leiklut at vit koma á mál við okkara fíggjarpolitikki, m.a. eri eg so sera fegin um at vit megnaðu at halda okkum innanfyri ásetta rakstrarvøksturinn í fíggjarlógini fyri 2025.
Karlot í vinnunevndini og eg havi hug at siga sera stóra æru av teimum breiðu semjum, vit hava fingið við Sambandsflokkin í vinnumálum. Semjur um torfør mál, tvørtur um samgongu-andstøðu mørk, eru eitt gjøgnumbrot í føroyskum politikki og ein íløga í politiskt samstarv frameftir.
Bjarni kemur víða um sum landsstýrismaður bæði her heima og uttanlands og hevur vunnið sær virðing ímillum fólk við sínum seriøsa og professionella arbeiðiá tungum økjum. Integratión og tilbúgving eru bara tvey av teimum.
AT ENDA
Væl og virðiliga helvtin av valskeiðnum er farið og tann fíggjarlógin, vit nú seta hol á við játtanarkørmunum í komandi viku, verður í øllum førum tann seinasta, vit samtykkja. Ikki neyðturviliga tann seinasta vit leggja fram, tí val skal vera í seinasta lagi í desember komandi ár, og fíggjarlógin skal leggjast fram áðrenn fyrsta oktober.
Eg haldi, vit hava fingið hampuligt av skafti, eisini stórmál. Í mun til tey vallyfti, vit høvdu, so haldi eg okkara veljarar kunnu vera hampuliga nøgdir. Vit hava so eisini tikið nøkur tøk, sum hava kostað.
Eg seti stóran prís uppá, at tit møta upp til limafundirnir á Gamla apoteki. Sambandið við okkara politiska bakland hevur alt at siga, tí tað er lætt at missa kensluna av tí sum fyrigongur í samfelagnum, tá man hevur sína dagligu gongd í einum politiskum umhvørvi. Tað er fínt við samskifti á sosialum miðlum, men tað kann ikki koma ístaðin fyri samskifti yvir eitt borð, har vit hyggja hvønn annan í eyguni, serliga tá trupul mál eru á skrá.
Eg síggi fyri mær, at vit frá nú av og restina av valskeiðnum fara so líðandi at geva komandi valskeiði meiri ans, skilt soleiðis at vit seta okkum nýggj politisk mál.
Politikkur hyggur frameftir.
Eitt grikkst orðatak sigur, at vit fáa stórbær samfeløg, har menn – og kvinnur, kundi eg lagt aftrat – planta trø, í hvørs skugga, tey vita, tey aldri koma at sita.
Tað skal vera mín vón og ynski, at vit við okkara fortreytum á øllum økjum strembað eftir at lata komandi ættarliðum eitt samfelag eitt sindur betri enn tað okkum varð givið.
Takk fyri