At bryggja og brenna er ein vinna í mening, og talið av virkjum, ið framleiða rúsdrekka, í Føroyum, er vaksið nógv seinastu árini.
Bryggjaríini og brennaríini síggja eina mista inntøku, bæði fyri seg og fyri landskassan, tá ið ferðafólk ikki hava møguleika at keypa framleiðslu teirra í samband við vitjanir o.t.
Í øðrum londum hava bryggarí/brennarí stóra inntøku av sølu til vitjandi, og føroysku bryggjaríini/brennaríini merkja ein stórligt vaksandi áhuga fyri vitjanum. Tey fáa tíðum fyrispurningar frá vitjandi, um ikki tey kunnu keypa frá teimum, í samband við eitt nú rundsýning á bryggjaríum/brennaríum.
Hetta eru pengar, sum ferðafólk kundu lagt eftir sær, í Føroyum, men av tí at bryggjaríini/brennaríini ikki hava heimild at selja ferðafólkum egna framleiðslu, verður peningurin ikki brúktur, og um hann verður brúktur, so verður hann brúktur á tollfríu sølunum, annaðhvørt á flogvøllinum ella umborð á Norrønu. Harvið missir landskassin eisini inntøkur.
Fáa bryggjaríini/brennaríini lov at selja vørurnar, fer tað eisini at fáa jaliga ávirkan á ferðavinnuna runt landið. Tað fer at økja um ferðavinnutilboðini runt landið, og bryggjarí/brennarí á støðum, sum í Stóru Dímun, í Vági, á Velbastað, Klaksvík og Vestmanna fáa víðkaðar møguleikar fyri sølu og tænastu til ferðafólk.
Karlot Hergeirsson, valevni fyri Framsókn