Skipaverkfrøðingarfyritøkan Knud E Hansen skrivaði eina frágreiðing, í 2017, um standin á skipaflotanum hjá SSL. Smyril og Teistin fingu sum so okay skoðsmál frá fyritøkuni, meðan hini skipini fingu ávikavist ein og fleiri pílar niður. Tilmælt varð, at byrja at skifta skipini út beinanvegin. Ternan fekk flestar pílar niður. Vit skriva skjótt 2023, og einki er hent.
Okay, man kann gott liva við at komforturin umborð ikki er frá nútíðini, men gomul skip hava tað við at «brotna» – og er trygdin tá altíð í lagi? Og hvat við útlátinum? Hetta eru gomul skip, sum brúka nógva olju og dálka óneyðuga nógv.
Tað skal sjálvandi strembast eftir at nýggi flotin hjá SSL skal drívast við grønari orku. Um tað so er orka frá ravmagni, ammoniakki, vetni ella onkrum heilt øðrum, má serfrøðin koma við einum tilmæli um.
Ein annar trupulleiki, við gomlum skipum, er, at tá okkurt brotnar, er trupult og kostnaðarmikið at skaffa eykalutir, tí talan er um so gamlar eykalutir, at teir ikki verða framleiddir meira.
Sum sagt, so skriva vit skjótt 2023 og tá fyllir Ritan 52, Sam og Hasfjord 48, Ternan 43 og Sildberin 29 ár.
Nú má okkurt henda! Tí meðan skipini gerast eldri, gerast ferðafólkini fleiri. Seinastu árini hava útlendsk ferðafólk, og føroyingar við, ferðast munandi meir millum oyggjarnar. Nýggjar tíðir krevja nýggjar loysnir, soleiðis at tænastustøðið gerst nøktandi.
Karlot Hergeirsson, Valevni fyri Framsókn