Full ferð eigur at verða sett á elframleiðsluna í Føroyum. Vit eru «vælsignað»
frá natúrinnar hond, við nógvum vindi, avfalli og hørðum streymi, kring oyggjarnar. Eitt orkutilfeingi, sum bara bíðar eftir at verða heystað og umstillað til grøna orku.

Um bert fá ár stavar øll orka, til upphiting av húsum og akførum, á landi, frá grønari orku. Føroysk reiðarí arbeiða ítøkiliga við at umleggja til ammoniakk, og tøkniliga menningin gongur nú so mikið skjótt, at tað ikki er óhugsandi at flutningur á sjógvi eisini verður grønur skjótt.
Ikki tykkum at siga, so hava vit so nógv av hesum orkutilfeingi, at vit skjótt høvdu gjørt okkum leys av svørtu oljuni. Tá so øll orka á landi er grøn, so kann t.d. yvirskotsorkan verða gjørd til ammoniakk, sum kann veitast føroyskum og útlendskum skipum, sum koma hendan vegin, at bunkra, og sum frá líður kunnu Føroyar blíva eitt grøn-orku útflytingarland.
Framsókn vil tryggja, at samtykti orkupolitikkurin, við 26 ítøkiligum átøkum, verður settur í verk, og ikki bara verður føgur orð.
Framsókn vil við skatta- og avgjaldspolitikki stuðla undir, at bæði hvør einstakur borgari og vinnulívið velja grønar loysnir.
Karlot Hergeirsson, valevni fyri Framsókn