Vit politikkarar hava skyldu til at vera erligir og heiðurligir, og ikki bara lova og lova, uttan at tað er fígging aftanfyri.
Eg var á valfundi í Klaksvík týsdagin, har evnið var undirstøðukervið/samferðsluøkið. Har var ikki mark fyri hvat bleiv lovað, uttan at sagt varð hvussu hetta skuldi fíggjast. Vit verða nokk noydd til at justera eitt sindur, uppá brúkaragjøld, á samferðsluøkinum, um vit skulu klára alt viðlíkahaldið, sum liggur og bíðar, og um vit framhaldandi skula útbyggja samferðslukervið.
Eg eri eisini sannførdur um, og tað er eisini tað eg hoyri, tá eg tosi við fólk, at tey einki hava ímóti at gjalda eitt lítið vet meira, um tey fáa betri tænastu.
Tann vanligi løntakarin, í Føroyum, skal eisini hava meira frælsi, til sjálvur at avgera, hvat hann brúkar sínar pengar til. Tað skal tó sláast fast, við 10 tumma seymi, at kjarnuvælferðin, so sum heilsuverkið, almannaverkið, eldarøkið, skúlaverkið o.s.fr. ongantíð skal fíggjast við brúkaragjøldum.
Hyggja vit eftir okkara granna, fyri eystan, Norra, so hava tey eitt miðalskattaprosent uppá 36,2%, meðan vit í Føroyum hava 43,8%. Norra, sum lættliga hevði kunnað goldið alt samferðslukervið við oljupengum, hevur bummgjald, so at siga á hvørjum vegstubba. Teir norðmenn, sum eg dagliga arbeiði saman við, eru glaðir fyri hesa skipan. Teir vita, at tað teir gjalda í bummgjaldi, fer beinleiðis til viðlíkahald og útbygging av vegakervinum, og um teir ikki brúka og slíta vegakervið, so hava teir fleiri pengar til egið brúk.
Hetta er eisini tað, sum vinnan ynskir sær. Lønarskatturin má niður, fyri at vinnuliga kappingarførið skal blíva betur. Vit liva øll av vinnuni, so ella so, og skulu Føroyar hava framgongd og blíva framkomnar, so má vinnan hava góð kor og frælsi.
Karlot Hergeirsson, valevni fyri Framsókn