Nú skal okkurt gerast

Eg siti altíð við eini syrgnari kenslu, tá ið eg hoyri um tey viðurskiftið og umstøður, ið summi av okkara góðu borgarum, ið hava størri tørv, liva undir. Í okkara vælferðarskipan mangla hendur, útbúgvin starvsfólk og ikki minst ein umfatandi effektivisering av allari skipanini. Í Føroyum hava vit ógvuliga dýra vælferð, men tað merkir ikki…

Bjarni K. Petersen

Framsókn er liberali tjóðskaparflokkurin

Vit virðismeta og raðfesta tey trý frælsini: persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsið. Hesin politikkurin er viðkomandi fyri øll ættarlið, allar inntøkubólkar og fyri øll samfelagsløg. Somuleiðis er hann viðkomandi fyri alt landið. Hóast tað verður ført fram av og á, so er Framsókn er ikki ein havnaflokkur. Hóast miðstaðurin í størri mun tekur undir við…

Sólvit Nolsø

Tryggja støðið undir eldraøkinum

Síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, eru rakstrarútreiðslurnar á økinum øktar við næstan 30 prosentum. Fíggingarleisturin, ið var samansettur tá økið var lagt út, hevur rigga eftir umstøðunum, men hann nøktar ikki tørvin í fleiri ár afturat. Verður einki gjørt, hanga útreiðslur og inntøkur á økinum ikki saman meira og tí skal leisturin endurskoðast og neyðugu broytingarnar…

Jákup Petur Eliassen

Rørslugleði

Vit røra okkum ov lítið, hóast vit vita, hvussu gott tað er, og hvussu góð kenslan er aftaná at vit hava rørt okkum. Vit vita, at tá vit eru fysisk aktiv, so styrkja vit vøddar, beinagrind og liðir. Vit vita, at við at røra okkum javnan, halda vit kroppin sunnan og góðan. Vit vita, at…

Christoffur G. Nielsen

Gev kommununum frælsi til at skipa seg sjálvar

Kommunurnar veita leypandi tænastur, so sum vatnveiting, kloakkering og ruskinnsavning. Hetta verður fíggjað av teimum fastbúgvandi í kommununi. Tey rinda sostatt fyri allar tænasturnar. Eisini tær, ið verða veittar til tey hundraðtals sethúsini kring landið uttan fastbúgvandi eigarar. Eins og borgarstjórin í Sunda kommunu hevur víst á, hava kommunurnar onga heimild at krevja gjald fyri…

Karlot Hergeirsson

Endurnýggjan av SSL flotanum.

Skipaverkfrøðingarfyritøkan Knud E Hansen skrivaði eina frágreiðing, í 2017, um standin á skipaflotanum hjá SSL. Smyril og Teistin fingu sum so okay skoðsmál frá fyritøkuni, meðan hini skipini fingu ávikavist ein og fleiri pílar niður. Tilmælt varð, at byrja at skifta skipini út beinanvegin. Ternan fekk flestar pílar niður. Vit skriva skjótt 2023, og einki…

Oda W. Andreasen

Ferðavinnan fremur trivnað fyri føroyingin

Ferðavinnan er skjótast vaksandi vinnan í Føroyum og er hon sera arbeiðsskapandi. Ferðavinnan brúkar náttúruna og okkara ríku mentan sum tilfeingi og brúkar í stórst møguligan mun føroyskt framleiddar matvørur í sínum tilboðum. Hetta merkir fyri okkara búskap at her er sera lítil innflutningur og tí er ferðavinnan eitt sera stórt ískoyti í okkara BTÚ,…