Síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, eru rakstrarútreiðslurnar á økinum øktar við næstan 30 prosentum.
Fíggingarleisturin, ið var samansettur tá økið var lagt út, hevur rigga eftir umstøðunum, men hann nøktar ikki tørvin í fleiri ár afturat. Verður einki gjørt, hanga útreiðslur og inntøkur á økinum ikki saman meira og tí skal leisturin endurskoðast og neyðugu broytingarnar gerast.
Ein partur av fíggingarleistinum er, at eftirlønarskatturin fellur til kommunurnar, men vøksturin í eftirlønarskattinum, sum kom aftaná at tvungna eftirlønargjaldið var samtykt, fer ikki veksa í nógv ár afturat.
Eisini var ein afturbering gjørd til eldraøkið, ið millum annað er tengd at inntøkum landsins frá føroyskum sjófólki í útlendskum skipanum. Alt skipanir, ið kunnu verða svikaligar.
Ein loysn skal finnast, so fíggingin av eldraøkinum kemur í eina tryggari legu og vit fáa eitt haldført grundarlag undir eldraøkinum.
Millum annað eiga kommunurnar sjálvar at fáa møguleikan at áseta brúkaragjøldini á økinum.
Eisini skal ein størri endurskoðan gerast av skipanum sum til dømis rentustuðlinum, har kommunurnar árliga hava omanfyri 30 milliónir krónur í útreiðslum.
Ein eftirmeting av lógini um eldraøkið var gjørd í fjør, ið hevði fleiri átøk, ið skulu gerast. Frágreiðingin eigur at takast upp og viðgerast í síni heild saman við kommunum og øllum avvarandi aðalráðum.
Hetta valið snýr seg í stóran mun um at tryggja støðiđ undir okkara grundleggjandi vælferðartænastum og eldraøkið er ein týdningarmikil partur av tí.
Sólvit Nolsø, valevni fyri Framsókn