Stovnurin Eystan Heyg í Havn, er ein nýggjur stovnur. Bygdur í 2014. 16 pláss eru á stovninum og 18 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Hann kostar beint omanfyri seks milliónir krónur at reka.
Tríggir aðrir smáir stovnar í Føroyum eru innan sama tilboð sum Eystan Heyg. Teir húsast í gomlum sethúsum. Tilsamans hava hesir tríggir stovnar eisini 16 pláss. 41 starvsfólk eru knýtt at hesum trimum stovnum og tilsamans kosta teir umleið 14 milliónir krónur at reka.
Tað sigur seg sjálvt hvør loysn er tann rættara. Skipaðu vit teir tríggjar smáu stovnarnar í ein nýggjan stóran stovn, vórðu omanfyri 20 starvsfólk at brúka aðrastaðni á almannaøkinum umframt at rakstrarkostnaðurin fór niður við eini helvt.
Størri starvafólkahópar leggja eisini afturat fakliga umhvørvinum.
Hetta er ein av loysnunum uppá starvsfólktrotið á almannaøkinum og kann eini verða við til at lætta nógv um bíðilistarnar á almannaøkinum.
Ár um ár hava vit økt játtanina til almannaøkið. Almannaøkið fyllir í dag umleið ein triðing av fíggjarlógini.
Starvsfólkatalið á almannaøkinum er eisini økt seinastu árini. Ikki nógv, men tað er økt hóast alt.
Hesi somu ár eru tað fleiri og fleiri, sum eru komin á bíðilistan til tænastur á almannaøkinum.
Niðurstøðan má verða, at tað eru ikki einans fleiri pengar og fleiri starvsfólk, sum eru loysnin til trupulleikarnar á almannaøkinum.
Vit mugu hugsa nýtt. Vit mugu fara frá at hugsa, at tað er nøgdin av pengum, sum loysa trupulleikan og vit mugu byrja at hugsa meira um HVUSSU vit brúka pengarnar.
Í løtuni eru stovnarnir hjá Almannaverkinum í stóran mun skipaðir í nógvum og smáum eindir. Samlað talið av stovnum er omanfyri 40. Miðaltalið av búplássum pr. stovn er beint omanfyri fimm. Og hesir smáu stovnarnar hava nógv starvsfólk knýtt at sær.
Sólvit Nolsø, valevni fyri Framsókn