Búskaparpolitikkurin seinastu árini, hevur snúð seg um at brúka pengarnar sum skjótast, so tey næstu ikki fáa møguleikan.
Úrslitið av tí sæst. Í søguliga góðum tíðum er millum lítið og einki at taka av, skuldi niðurgangstíðin komið. Hvør króna á fíggjarlógini er brúkt, og nú verður tosað um at taka meir inn frá vinnuni, tí tørvur er á enn fleiri pengum, sum eisini skulu brúkast.
Hetta er at líkna við olympiskt fiskarí, har tað snýr um at koma framat sum skjótast og fiska, áðrenn onkur annar ger tað.
Vit mugu flyta okkum frá hesum máta at arbeiða uppá. Tað er í grundini okkara skylda at ansa betur eftir pengunum, enn vit gera í løtuni.
Framsókn hevur fleiri ferðir lagt uppskot fram um eitt fíggjarligt regluverk, sum millum annað skal hava eina tálmandi ávirkan á almennu nýtsluna. Koma vit framat valdinum, fara vit at leggja tað fram aftur. Vit eiga og skulu hava eitt mark fyri almenna rakstrarvøkstrinum.
Í valstríðnum verður nógv tosa um inntøkurnar. Landið skal taka meira inn, so rindast kann fyri gildið, sum skal verða næstu fýra árini. Tað kjakið skal eisini vera. Skulu vit taka fleiri pengar inn, so eiga vit til dømis at diskutera tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld, har tað er relevant, men inntøkur eru bara ein partur av kjakinum.
Vit eiga at hyggja inneftir. Hvussu hava vit skipað okkum? Hvussu brúka vit pengarnar, og hava vit tryggjað okkum, at vit brúka teir frægast? Eg nevndi almannaøkið herfyri sum ein upplagdan møguleika at byrja við. Allar almennar stuðulskipanir eiga eisini at endurskoðast og broytast um tørvur er á tí.
Endamálið eigur at vera at fáa búskaparligt haldføri aftur. Bara at brúka pengar uttan íhald hevur politiskan løtuvinning við sær, men eisini búskaparligt stórtap seinni.