Rentustuðulin dýrkar sethús við 10-15%. Tað segði serfrøðingur í útvarpinum herfyri.
Stjórin í Landsbankanum hevur eisini fyrr verði alment úti og sagt, at rentustuðulin eigur at avtakast yvir tíð og tað hevði havt eina tálmandi ávirkan á prísvøksturin á sethúsum.
Tað er ein orsøk til at vit ynskja at avtaka rentustuðulin yvir eitt áramál.
Tað skal sjálvandi gerast yvir eitt áramál og skal ikki ávirka tey, ið longu fáa rentustuðul.
Rentustuðulin kostar í løtuni landinum umleið 44 milliónir krónur um árið og kommunum 35 milliónir krónur um árið. Einastu, ið eru vinnarar í rentustuðulsskipanini, eru bankarnir.
Tær 35 milliónirnar, sum kommunurnar árliga rinda í rentustuðli, kundu í staðin verði brúktar til íløgur í eldraøkið, sum eftirmetingin av eldraøkinum eisini nevndi sum ein møguleika.
Rentustuðulsskipanin er ein leivd frá nítiárunum, tá skipanin var neyðug, men sum við øðrum skipanum, so hevur hon tænt sínum endamáli og tíðin er komin, at hon takkar fyri seg.
Valið er um fáar dagar. Vit eru klár! 

Sólvit Nolsø, valevni fyri Framsókn