Vit hava tørv á einum fjøltáttaðum og dynamiskum bústaðarmarknaði. Vit hava tørv á íbúðum til ung, lesandi, støk, barnafamiljur og eldri.
Brotið omanfyri er tikið úr bústaðarpolitikki landsins, sum var skrivaður fyri 10 árum síðan! Framvegis eru vit ikki komin longur, men tosa um tað sama.
Eg bleiv spurdur í gjár, um loysnin á bústaðartrotinum er almenn ella privat? Svarið er: bæði. Vit eiga at gera tað umsitingarliga lættari hjá privatum at byggja og verða á leigumarknaðinum. Vit eiga eisini at brúka tað bústaðarpolitiska amboðið, ið vit hava, sum er Bústaðir.
Bústaðir hevur pengar at brúka og vit mugu nú seta ferð á.
Kanska skulu vit eisini brúka Bústaðir øðrvísi. Millum annað kundu vit raðfest á bíðilistanum, í staðin fyri at bjóða íbúðir eftir nummarrøð. Vit eiga at gera okkum greiðari hvønn Bústaðir skal byggja til. Eftir mínum tykki eiga tey, ið framvegis ikki eru sloppin á bústaðarmarknaðin, at fáa fremstu raðfesting.
Eisini eiga vit at fáa eitt samstarv at koyra millum kommunur og Bústaðir, so almenna felagið og kommunurnar saman kunnu byggja eldrabústaðir.
Undir øllum umstøðum eiga vit at seta ferð á, so vit ikki standa um 10 ár og sitera úr einum 20 ára gomul bústaðarpolitikki.