Framtíðin er ofta tengd at fortíðini. Vit síggja fleiri og fleiri við sálarligum avbjóðingum í okkara samfelag. Tað er ikki møguligt at koma framat hjá sálarfrøðingi, tí bíðilistin bara veksur.
Um vit hyggja at fortíðini hjá hesum fólkunum, so kunnu vit spyrja, hvussu var fortíðin? Hvat hendi?
Um vit byrja í vøggustovuni, so er starvsfólkatrot, trot á útbúnum fólki, stressa starvsfólk, sum ikki fáa eina javnsetta løn við onnur á sama støði.
Hvar vóru tit politikkarar tá børnini vóru smá? Hví var tað ongin, sum gjørdi nakað fyri at fyribyrgja?
Vit mugu hava:
• Fleiri námsfrøðingar
• Betri arbeiðsviðurskifti
• Hægri løn
Soleiðis at vit kunnu bjóða okkara børnum, tað bestu fortreytina fyri eini góðari framtíð.
Birita Arge, valevni fyri Framsókn