Okkara vakra náttúra er til gleði fyri okkum øll. Kanningar vísa at tað hevur positiva ávirkan á heilsuna, at ganga ein túr úti í náttúruni.
Tað er ikki bert rørslan, sum ger at tað er heilsugott, men eisini tað umhvørvið, sum tað verður gjørt í. Ein hálvur til heilur tími gongutúrur ella sitandi í náttúruni, hevur størri ávirkan á strongd og kognitivar funktiónir, enn at gera tað sama inni. Náttúran hevur eisini positiva ávirkan í samband við rúsevnis misnýtslu og fólk við diagnosu, og er við til at menna sosialar og persónligar førleikar.
Primitivir túrar úti í náttúruni hava ávirkan á, at kriminalitetur og rúsevnismisnýtsla minkar.
Náttúra í samband við skúla og stovn, hevur gagnliga ávirkan á barnsins mentalu, sosialu og fysisku sunnheit.
Vitanin sum vit fáa ígjøgnum kanningar, eiga at verða hugsaðar við tá vit fyriskipa viðgerð av sálarsjúku, avbjóðingum við atferð, skúla og stovn.
Tá vit vita hvussu stóran týdning náttúran hevur fyri okkum menniskju, so eiga vit at gera alt hvat vit kunna fyri, at hon verður varðveitt í besta standi.
Vit skulu hava grøn náttúru øki í bygdum øki, og Føroyingar skulu hava fría atgongd til tað Føroysku náttúruna.
Birita Arge