Tað er ørkymlandi, at fara út á skaðastovuna, tí man følir seg so sjúkan, at man ikki klárar at ganga, og tað er enn meira ørkymlandi at fáa at vita, nei her er onki gali, tú má fara heimaftur.
Tann sjúki, sum ikki megnar at berjast ímóti, tí viðkomandi, hevur gingið hjá lækna og kært sína neyð útvið eitt ár, uttan úrslit, hevur tørv á at onnur trakka til, at tala sakina fyri seg og biðja um hjálp.
Hvussu ber tað til, at tað er so ringt at fáa tað hjálpina, sum einum tørvar? Tað má vera okkurt grundleggjandi galið við skipanini.
Sigast skal, at viðkomandi, sum hevði følt seg sjúkan í longri tíð, fekk staðfest krabbamein og gekk við einum stórum tumor í tarminum. Viðkomandi hevði hendan tumor, tá farið var á skaðastovuna, har svarið var at onki er galið.
Eg havi hoyrt fleiri líknandi søgur frá øðrum, og hugsi at tað er sera týdningarmikið, at sjúk fólk verða hoyrd og tikin í álvara. Tá tað kemur til krabbamein v.m., so vita vit at skjót hjálp er neyðug. Hetta má gerast betur.
Tað má broytast!
Birita Arge