Vit skulu hava góðar møguleikar at lesa í Føroyum, og vit skulu bjóða nýggjar útbúgvingar, so flest øll kunna lesa her.
Føroyar skulu vera tað fyrsta valið, tá fólk ynskja at lesa, og vit skulu bjóða ein kappingarføran lestrarstuðul. Tað er týdningarmikið fyri okkara land, at tey ungu ynskja at vera her, og vit skulu bjóða teimum bestu umstøður, at nema sær útbúgving.
Vit skulu eisini hava fleiri útbúgvingar til tey, sum ynskja at lesa hálva tíð, soleiðis at tey hava møguleika at arbeiða samstundis.
Vit hava tørv á fleiri útbúnum innan fleiri yrki, hesi skulu fáa møguleikan at lesa við síðurnar av arbeiðnum, soleiðis at tørvurin á starvsfólki ikki verður uppaftur størri, ímeðan tey eru undir útbúgving.
Hetta fari eg at arbeiða fyri!
Birita Arge