Kommunufelagið sigur at politikkarar, sum stilla upp til valið, ikki skulu lova pening úr kommunukassanum.
Kommunufelagið, ið umboðar kommununar, sum geva fleiri av námsfrøðingunum løn, er nú bangi fyri øktum útreiðslum.
Flestu kommunur í Føroyum eru væl fyri fíggjarliga. Tær hava stovnar, sum ikki fáa tey fólkini, sum kommununar hava brúk fyri. Kommunufelagið átti at brúkt orku uppá hvussu tær røkka málunum í m.a. dagstovnalógini. Har stendur at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu hava útbúgving sum námsfrøðingar. Støðan í dag er at fleiri stovnar hvørki fáa ófaklærd ella faklærd fólk. Hetta hevur stórar avleiðingar bæði fyri børn og foreldur. Lønin samsvarar ikki við lønina hjá øðrum fakbólkum á sama støði.
Landsstýrisfólkið í Mentamálaráðnum, umsitur dagstovnalógina, sum nú í fleiri ár ikki er hildin. Hví er tað ongin sum setur spurnartekin við tað? Hví verður onki gjørt fyri at betra um støðuna? Tí tað er veruleikin í dag, ongin hevur gjørt nakað fyri at betra um støðuna.
Kommunufelagið eigur at koma við loysnum, og ein av teimum er, at bjóða eina kappingarføra løn.
Birita Arge, valevni fyri Framsókn