Vit síggja príshækkingar á fleiri vørum og tænastum, hetta ger tað ringt hjá fleiri, at fáa endarnar at røkka saman.
Fleiri túsund krónur meira um mánaðin í øktum útreiðslum, sum m.a. hægri rentum og matkostnaði ger tað trupult, at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hetta kann eisini hava avleiðingar fyri trivnaðin og sálarheilsuna.
Hjá familjum har nógv tíð má brúkast til at vinna pening til útreiðslurnar, má nú meira tíð brúkast til at arbeiða. Hetta er stressandi og ikki gott fyri familjuna.
Teir høgu húsaprísirnir og rentuhækkingar, ger tað eisini trupult hjá fleiri, at fáa ein tryggan bústað. Ert tú stakur, so skal nógv til fyri at eiga nokk, til at gjalda fyri útreiðslurnar. Leigubústaðir hava vit ikki nokk av, og leiguprísurin er høgur.
Í okkara landi er tað ikki gott nokk, at fólk noyðast at fara svong í song.
Vit hava brúk fyri loysnum, so tað er liviligt hjá fólki í Føroyum. Hetta vil eg gera nakað við!
Birita Arge, valevni fyri Framsókn