Tað stendur illa til tá tað kemur til námsfrøðingar, tí tað er stórur mangul í løtuni. Hetta ger, at tað má raðfestast nú, at fleiri verða útbúðnir. Starvsfólk á námsfrøðiliga økinum, mugu hava góð arbeiðsviðurskifti, so tey støðast og fáa røkt sína uppgávu á nøktandi hátt.
Fólkaskúlin má hava fleiri tímar til serligan tørv, soleiðis at børnini trívast og læra í skúlanum. Tað er sera trupult, at røkka uppgávuni, sum er sett fyri fólkaskúlan, um umstøðurnar ikki eru til tað.
Tá starvsfólk hava tørv á servitan, sum skal til, í ávísum førum, so skal hendan verða givin, uttan langa bíðitíð. Sernám skal eisini verða eitt tilboð hjá dagstovnum.
Hetta vil eg arbeiða fyri.
Birita Arge, valevni fyri Framsókn