…ei heldur skulu vit avgera, hvussu tit skipa tykkara barsilsviðurskifti!
Vit eru øll ymisk og hava øll ymsar tørvir og raðfestingar, og tað eigur barsilsskipanin eisini at endurspegla. Passar tað betur, at pápin tekur bróðurpartin av barslinum, skal hann kunna tað. Riggar tað betur, at mamman tekur størsta partin, skal hon hava frælsi til tað.
Tað er ikki uppgávan hjá tí almenna at siga fólki, hvussu tey skulu skipa síni innanhýsis viðurskifti. Tað vita fólk best sjálvi, og tí eiga vit at skapa eitt frælsi í skipanini, so foreldur sjálvi kunnu gera av, hvussu tíðin teirra millum verður býtt.
Í sama viðfangi eiga vit eisini at hækka barsilsútgjaldið. Sjálvandi. Gjaldið er ikki broytt leingi, og tað eigur at verða tillagað. Eitt hægri gjald javnsetur møguleikan hjá ójavnt løntum foreldrum at skipa seg, so hvørgin fer niður í løn í barnsburðarfarloyvinum.
Sólvit Nolsø, valevni fyri Framsókn