Hetta eru førleikar, sum okkum tørvar í okkara samfelag. Tí hevur tað stóran týdning, at karmar fyri hesum eru góðir.
Alt tað nýggja sum verður uppfunni, hevur sjálvandi eina byrjan, byrjanin er tað menniskja ella tey í koma við nýggjum hugskotum. Fyri at hetta skal lata seg gera, er tað tørvur á góðum umstøðum til at menna hugskot. Íverksetanar umhvørvi, eigur at verða raðfest, og vit skulu geva nýggjum hugskotum, góðar karmar og umstøður at vaksa í.
Vit skulu ikki byrja uppá hetta tá vit eru vaksin, longu á stovni, skal tað verða umstøður fyri, at hugskot, hugflog og nýskapan fær tær røttu umstøðurnar og karmarnar.
Tað kreativa hjálpir okkum ikki bert, at uppfinna nýggj ting og vinnur, tað kreativa er eisini grundarstøði til at loysa avbjóðingar av ymiskum slag.
Mentan og list skapa trivna, og gevur okkum upplivingar, sum vit kunna arbeiða við, sum grundalag fyri hugflog og at byggja víðari uppá. List eigur at verða sjónlig á stovnum, skúlum og í samfelagnum, sum heild.
Birita Arge
Birita Arge